Landskassin fingið 27 milliónir krónur fyri uppboð

Landskassin fingið 27 milliónir krónur fyri uppboð
Nú eru tvær uppboðssølur eftir í hesum umfarinum
Nú er bara sild eftir at selja á uppboði
 
30.04.2019 - 12:24

Vørn seldi rættin at fiska góð fýra túsund tons av makreli á afturlatnari uppboðssølu í gjár fyri slakar 26,9 milliónir krónur.

Varðin pelagic, Regn og Framherji keyptu. Miðalprísurin var 6,62 krónur fyri kilo. Hægsti prísur var 6,71 krónur og tann lægsti 6,52 krónur fyri kilo.

Framherji keypti rættin at fiska í trý ár og í átta ár. Varðin pelagic og Regn keyptu rættin at fiska í eitt ár.

Tvær eru eftir

Nú eru tvær uppboðssølur eftir í hesum umfarinum. Í dag verða rætturin at fiska 20.000 tons av norðhavsild seldur á opnari uppboðssølu á Fiskamarknaðinum.

Hetta eru eitt árs rættindi. Og hósdagin verða 20.036 tons av norðhavssild seld á afturlatnari uppboðssølu.

Nógv tað mesta, 18.261 tons, eru eitt árs rættindi, 585 tons eru trý ára rættindi og rætturin at fiska 1.170 tons verður seldur í átta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053