Triðja hvørt tingmál er enn í nevndunum

Triðja hvørt tingmál er enn í nevndunum
Okkurt um 60 tingmál komu ikki aftur úr nevndunum, nú løgtingið er farið í summarfrí
Løgtingið er farið í summarfrí, men tingsetan varar til ólavsøku.
 
06.05.2019 - 12:38


Okkurt um 60 tingmál komu ikki aftur úr nevndunum, nú løgtingið er farið í summarfrí.

Málini eru tó ikki dottin burtur enn, tí tingsetan endar ikki fyrr enn á ólavssøku.

Og løgmaður hann kalla tingið saman hetta til ólavssøku. Tað kunnu 14 tingfólk eisini gera.

178 mál eru løgd fram í hesi tingsetuni.

Okkurt mál hevur verið í nevnd síðani í september í fjør.

Fýra skrivligir fyrispurningar eru ikki svaraðir.

Í hesari tingsetuni hevur Fíggjarnevndin havt 36 fundir, Vinnunevndin 28,  Trivnaðarnevndin 26  

Rættarnevndin 25, Uttanlandsnevndin 18, Mentanarnevndin 12,  Landsstýrismálanevndin tveir,

og grein 25 nevndin, sum viðger lønina og eftirlønina hjá tingfólki, hevur havt fýra fundir í tingsetuni, varð upplýst í tinginum fríggjakvøldið..

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923