Føroyar innstilla operasangara

Føroyar innstilla operasangara
Føroyar hava innstillað Rúna Brattaberg, operasangara, til norðurlendsku tónlistavirðislønina 2019.
Rúni Brattaberg.
 
13.05.2019 - 12:14

Føroyar hava innstillað Rúna Brattaberg, operasangara, til norðurlendsku tónlistavirðislønina 2019.

13 innstillingar eru úr øllum Norðurlondum.

Innstillað eru fólk, sum spæla violin, orkestur, og ein munnharpukvatett.

29. oktober verður kunngjørt, hvør fær virðislønina. Tá hevur Norðurlandaráðið ársfund í Stokkhólmi.

Virðislønin, sum er 350.000 krónur, er latin síðani 1965.

Annaðhvørt ár verður hon latin einum verki hjá núlivandi tónlistaskaldi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672