- Tíðindi, mentan og ítróttur
Teitur latið úr hondum verk við spurningum til tannáringar í Norðanlondum

Fríggjadagin 13. november var nýggja og níggjunda plátan hjá Teiti, "TEENS – Questions to Teenagers", tøk á stroymingartænastum kring allan heimin.
Talan er um sermerkt verk við 18 sangum ella satsum, sum eru sprettir burtur úr samrøðum við tannáringar í øllum Norðanlondum, harmillum næmingar á Glasi.
Tannáringarnir hava svarað spurningar um lív sítt og tankar um ymisk viðurskifti. Fýra føroyskir tannáringar eru upplesarar í verkinum.
Løgin og frálík svar
"Tannáringar eru ein rødd, sum ikki so ofta verður hoyrd," hevur Teitur sagt ísambandi við útgávuna av "Teens".
"Svarini, eg fekk frá teimum, vóru íblásturgevandi, løgin og frálík. Eg royndi at fáa tónleikin at ljóða sum teir tannáringarnir, eg hitti."
Teir 18 sangirnir á plátuni feva um eina fjølbroytta blanding av bæði álvarsomum og lættari evnum. Har eru spurningar um, hvørt ein skal fylgja magakensluni ella hjartanum, men eisini meira gerandisligar útsagnir sum "eg eri rættiliga ørkymlað/ur". Sangirnir snúgva seg millum annað um at hyggja at Snapchat-upptøkum umaftur og um, hvat tað er, sum ger eiturkoppar so óhugnaligar.
"Tannáringar eru ærligir og duga væl at siga søgur. Men tað er eisini ein søga, tá onkur ikki vil siga eina søgu og heldur sigur, at spurningarnir eru býttir," sigur Teitur.
Skrivað til MidtVest
Teitur hevur skrivað verkið til kamarorkestrið Ensemble MidtVest, og verkið er innspælt í Norðurlandahúsinum og í Hoydølum.
Ensemble MidtVest er samansett av eini strúkatrio, einum blásarakvintetti og einum pianist. Henda fjølbroytta samansetingin gevur bólkinum góðar møguleikar at laga seg eftir tónlistarliga úttrykkinum hjá Teiti.
Teitur og Ensemble MidtVest hava samstarvað í longri tíð, men "TEENS" er fyrsta plátan, tey geva út saman.
Á plátuni eru eisini gestasangararnir Ólöf Arnalds úr Íslandi og Nive Nielsen úr Grønlandi, ið syngja saman við Teiti.
Ein hugsavnaður Teitur Lassen undir upptøkunum av "Teens" í Norðurlandahúsinum (Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo)
Vendir aftur til byrjanina
Tónlistarliga arbeiðið hjá Teiti á eyðkenda stíl við einari støðugari tráan eftir at seta orð og tónar á tær kenslur og tankar, sum upptaka hann, meðan hann arbeiðir við eini plátu.
Sangtekstirnir eru persónligir og bera brá av forvitni, viðkvæmi, longsli og einum serligum sansi fyri vakurleikanum í smáu løtunum í gerandisdegnum.
Teitur byrjaði sjálvur sum tannáringur at skriva sangir. Við nýggju plátuni vendir hann á ein hátt aftur til byrjanina og nøkur av teimum evnum, sum hann skrivaði um tá, men hesa ferð úr einum øðrum sjónarhorni – sum vaksin og gjøgnum røddirnar hjá tannáringum í Norðurlondum í dag.
Fyrsta samstarv við Naxos
"TEENS – Questions to Teenagers" er eisini úrslitið av fyrsta samstarvinum millum føroyska tónaskaldið og plátufelagið Naxos, sum er eitt av heimsins fremstu útgávufeløgum innan klassiskan tónleik.
Naxos var stovnað í 1987 fyri at leggja dent á útgávur við meira ókendum orkestrum, verkum og dirigentum.
Í dag er tað heimsins størsti sjálvstøðugi útgevari at klassiskum tónleiki, við tí eyðkenda hvíta fløgu-húsanum. Naxos er serliga kent fyri upptøkur av Vivaldi, Sibelius og Shostakovic.



























