Suðuroyartunnilin er afturgoldin eftir átjan árum

Suðuroyartunnilin er afturgoldin eftir átjan árum
Tað verður eitt stórt tak at fara undir Suðuroyartunnilin, sum er mettur at kosta tríggjar milliardir krónur
 
15.06.2019 - 09:51

Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt eitt álit um verkætlanina, metir at tað fíggjarliga fer at hanga saman, hóast Suðuroyartunnilin kostar tríggjar milliardir krónur, og at hann er afturgoldin eftir átjan árum.

Hetta fer at krevja, at landsstýrið leggur 800 milliónir krónur í verkætlanina sum partapening. Henda upphæddin kemur frá eini meting av, hvat tað fer at kosta at byggja ein nýggjan Smyril í 2030, tá tunnilin eftir ætlan skal latast upp fyri ferðslu.

Mett verður, at einir 1600 bilar fara at koyra gjøgnum tunnilin í 2030, og at ferðslan fer at økjast 2,5 prosent árliga. Um hesir bilar rinda tað sama at koyra ígjøgnum, sum tað í dag kostar at sigla við Smyrili og um landið letur 75 milliónir krónur árliga í rakstrarstuðli, so skal tað bera til, sambært tunnilsbólkinum. Tær 75 milliónir krónurnar svara til, hvat tað kostar á fíggjarlógini til Smyril í rakstri og útreiðslum til klassing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655