- Tíðindi, mentan og ítróttur
Etiopiskur herleiðari tikin av døgum
Etiopiskur herleiðari tikin av døgum
Etniskur harðskapur hevur verið tey seinastu árini í Ahmara-landspartinum og aðrastaðni í Etiopia, skrivar BBC
23.06.2019 - 09:55
Ein oddamaður í etiopiska herinum, Seare Mekonnen generalur, er skotin til deyða í høvuðsstaðnum, Addis Ababa, skrivar BBC, sum endurgevur almennar etiopiskar miðlar.
Ófriður er í landinum, og generalurin varð skotin, tá hann var í ferð við at forða eini kvettroynd, sigur landsins forsætisráðharri, Abiy Ahmed.
Kvettroyndin hevði til endamáls at koppa myndugleikunum í einum landsparti norðanfyri, sum eitur Amhara, har lokali guvernørurin varð dripin, eins og fleiri onnur embætisfólk.
Amerikanska uttanríkisráðið hevur givið sínum starvsfólki í Addis Ababa boð um at halda seg innandura, tí skot vóru at hoyra í høvuðsstaðnum í gjár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV