Ursula von der Leyen nýggj forkvinna í ES-nevndini

Ursula von der Leyen nýggj forkvinna í ES-nevndini
Ursula von der Leyen tekur við sum forkvinna í ES-nevndini eftir Jean Claude Juncker 1. november
ES-tingið hevur valt nýggja forkvinnu, og hon eitur Ursula von der Leyen
Mynd: AP  
 
17.07.2019 - 07:36

ES-tingið hevur valt nýggja forkvinnu, og hon eitur Ursula von der Leyen. Hon varð vald í gjárkvøldið eftir atkvøðugreiðlu í ES-tinginum.

Ursula von der Leyen verður fyrsta kvinna, ið setur seg í hendan sessin, og eisini fyrsti týskari í meira enn 50 ár í tignarligum starvi í ES. ES-nevndin er einasti myndugleiki, sum kann seta fram nýggj lógaruppskot í ES. 

Í tinginum, sum velur formannin í ES-nevndini, sita 747 kommisserar úr øllum limalondunum. Fyri at vinna valið skuldi Ursula von der Leyen fáa 374 atkvøður, sum svarar til helvtina av atkvøðunum, pluss eina.

 >> SÍ EISINI Lagnudagur fyri nýggja ES-nevndarforkvinnu

Atkvøðurnar fekk hon. 383 atkvøddu fyri týska valevninum og 327 ímóti. 22 limir í ES-tinginum atkvøddu blankt, og ein atkvøða varð vrakað.

Urslua von der Leyen er 60 ára gomul, er gift og eigur sjey børn. Hon hevur lisið búskap og seinni medisin.

Hon er limur í krisin-konservativa flokkinum, CDU. Hon varð vald í týska Bundestag í 2009 og hevur verið verjumálaráðharri síðani 2013 til nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306