Endaliga góðkenningin kemur í næstu viku

Endaliga góðkenningin kemur í næstu viku
Nú er líkt til, at ætlanin, at ala rognkelsi í Svínoy, loksins kann byrja
 
17.08.2019 - 17:16

Upprunaliga var ætlanin, at byrja alingina í juli, men enn eru fyrstu rognkelsini ikki komin til smoltstøðina í Svínoy, men tað koma tey skjótt.

– Vit bíða í løtuni eftir endaligu góðkenningini, og góðkenningina vænta vit, at fáa í næstu viku, sigur Sjúrður Jacobsen í Svínoy.

Gongur sum ætlað, koma tey fyrstu rognkelsini eisini til smoltstøðina í Svínoy í næstu viku, tá endaliga góðkenningin er komin uppá pláss.

Fleiri forðingar

– Tað hevur verið truplari, enn vit mettu, at fáa neyðugu góðkenningina frá myndugleikunum, sigur Sjúrður Jacobsen, ið saman við Bakkafrosti skal ala rognkelsi.

Arbeiðið, at byrja alingina, var meira umfatandi enn mett frá byrjanini, og onkran part av arbeiðinum høvdu tey eisini undirmett, sigur hann.

– Hóast smoltstøðin í Svínoy nú er um at vera liðug, er einki, sum forðar fyri, at hon kann útbyggjast, verður tað neyðugt, segði Edvard Jacobsen, rakstrarleiðari, við útvarpið í mai.

Bakkafrost 40 prosent

Smoltið verður keypt frá Fiskaaling. Talan er um samstarv millum Sjúrð Jacobsen í Svínoy og Bakkafrost, sum fer at keypa øll rognkelsini frá alistøðini.

Í fyrstu syftu skulu tvey fólk setast í starv, men seinni er ætlanin, at seks ársverk skulu vera á alistøðini, segði Edvard Jacobsen við útvarpið tá.

Sjúrður Jacobsen eigur 60 prosent av alistøðini og Bakkafrost eigur 40 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672