Bergtórur skipaður í embætið

Bergtórur skipaður í embætið
Dómprósturin skipar hann í embætið við gudstænastuna í Hoyvíkar kirkju
 
18.08.2019 - 09:51

Uni Næs, dómpróstur, skipar við gudstænastuna í Hoyvíkar kirkju í dag klokkan 11 Bergtór Hjelm Bjarkhamar í embætið sum nýggjan sóknarprest í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi.

Nú eru tveir prestar í prestagjaldinum. Theodor Eli Dam Olsen hevur verið sóknarprestur í prestagjaldinum síðani 2014.

Í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi eru Hoyvík, Hvítanes, Sund, Kaldbaksbotnur og Kaldbak.

Bergtórur Hjelm Bjarkhamar hevur frammanundan verið sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi í átta ár. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154