Stjórnin hjá Boris Johnson mist meirilutan

Stjórnin hjá Boris Johnson mist meirilutan
Tað hendir eftir at Phillip Lee, limur í parlamentinum, er farin úr konservativa flokkinum og er vorðin limur í Liberal-demokratiska flokkinum
 
03.09.2019 - 17:25

Í fráboðanini til Boris Johnson, forsætisráðharra, sigur Phillip Lee, at hann far ikki virka til frama fyri áhugamálum hjá sínum valdømi og tilframa fyri landsins áhugamálum, sum limur í konservativa flokkinum.

Sostatt hevur stjórnin hjá Boris Johnson mist meirilutan í Undirhúsinum.

Lee sigur, at tað serliga eru viðurskiftini við ES og brexit, sum eru orsøk til, at hann ikki longur kann verða í flokkinum.

- Brexit-tilgongdin hevur minkað henda frálíka flokkin til nakað, sum mest av øllum minnir um ein lítlan bólk, har konservatisman hjá hvørjum limi verður mátað í mun til, hvussu eirindaleyst tú vilt sleppa úr ES. Og eitt av helst størstu vónbrotunum er, at flokkurin er vorðin smittaður av sjúkunum populismu og enskari nationalismu, sigur Phillip Lee í grundgeving síni.

Frammanundan hevði stjórnin tepran meiriluta við einum tinglimi.

Liberaldemokratarnir eru kendir fyri at verða pro-evropiskur flokkur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342