Nýggja landsstýrið sín fyrsta fund

bannari
Nýggja landsstýrið sín fyrsta fund
Nýggja landsstýrið hevði sín fyrsta fund fyrrapartin í gjár
 
19.09.2019 - 08:00

Eftir fundin sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at skal landsstýrið røkka góðum úrslitum, verður neyðugt at samansjóða sjónarmiðini og at samstarva væl, skrivar Løgmansskrivstovan.

– Mín høvuðsuppgáva verður at samskipa málini hjá landsstýrinum og tryggja, at tey verða framd, sigur løgmaður.

Av teimum sjey, sum nú manna landsstýrið, hava fýra verið landsstýrisfólk fyrr.

Tey eru Bárður á Steig Nielsen, Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard og Kaj Leo Holm Johannesen.

Jenis av Rana, Helgi Abrahamsen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur eru nýggj í landsstýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056