Vunnu trygt á Grønlandi

Vunnu trygt á Grønlandi
Flogbóltslandsliðið hjá monnum vann í gjár sannførandi á Grønlandi í stórari flogbóltskapping
Føroyar vunnu í gjárkvøldið sannførandi 3-0 á Grønlandi í stórari flogbóltskapping, sum er í Føroyum. Myndin er tó ikki frá dystinum í gjár
 
05.10.2019 - 10:11

Føroyska flogbóltsliðið hjá monnum vann í gjárkvøldið 3-0 á Grønlandi. Settúrslitini vóru 25-16, 25-14 og 25-18.

Hetta var fyrsti dysturin hjá Føroyum í stórari flogbóltskapping hjá monnum, sum verður í Høllini á Hálsi í Havn um vikuskiftið.

Talan er um kapping fyri smátjóðir, Føroyar, Ísland, Grønland og Skotland spæla.

Føroyar spæla aftur í dag klokkan 19:00. Tá er mótstøðuliðið Skotland og so spæla Føroyar og Ísland sunnudagin klokkan 17:00.

Kringvarpið stroymir allar dystirnar hjá Føroyum. Leinki er á heimasíðu okkara kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026