- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna hvussu stór arbeiðsmegin er
Kanna hvussu stór arbeiðsmegin er
Hagstovan ger á hvørjum ári slíka kanning. Í fjør var arbeiðsmegin 32.757 fólk

Føroyski vinnutíttleikin er størri í nærum øllum aldursbólkum. (Savnsmynd: Hagstovan)
16.11.2026 - 08:52
Hagstovan kannar nú aftur, hvussu stór arbeiðsmegin í Føroyum er.
Kanningin verður gjørd frá 15. til 20. november hvørt ár.
1300 fólk, 15 til 74 ár, vera spurd.
Føroyska arbeiðsmegin er lutfalsliga størst í Evropa.
Í november í fjør vóru 32.757 fólk í føroysku arbeiðsmegini.
84 prosent vinnutíttleiki í fjør
Arbeiðsmegin telur tey arbeiðsvirknu og tey arbeiðsleysu.
Vinnutíttleikin var 84 prosent í fjør.
Hetta var størsti vinnutíttleiki í Evropa.
Føroyski vinnutíttleikin er størri í nærum øllum aldursbólkum.
Munurin er serliga, at Føroyar hava fleiri kvinnur á arbeiðsmarknaðinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























