Nýggj virðisløn fyri havumhvørvi

Nýggj virðisløn fyri havumhvørvi
Útnorðurráðið hevur samtykt at seta á stovn eina nýggja virðisløn
Fremst frá vinstru: Henrik Old, Edva Jacobsen, Heðin Zachariasen og Steffan Klein Poulsen. Aftast frá vinstru: Kristina Háfoss og Ruth Vang.
 
26.10.2019 - 12:10

Ein havumhvørvis-virðisløn í útnorði eigur at vera sett á stovn.

Tað halda føroysku umboðini í Útnorðurráðnum - og uppskotið varð eisini einmælt samtykt á ársfundinum hjá Útnorðurráðnum, sum var hildin í Nuuk í vikuni.

Onnur evni, sum vórðu tikin upp, vóru millum annað, samstarv á fiskivinnuøkinum, plastdálking í havinum og lættari møguleika hjá ungum fólki at ferðast millum londini í útnorði. Harumframt varð ein menningarætlan fyri Føroyar, Grønland, Ísland og vesturstrondina av Noregi (NAUST) umrødd.

Útnorðurráðið er parlamentariskt samstarv millum Ísland, Grønland og Føroyar. Seks tinglimir úr hvørjum landi vóru við á ársfundinum í Nuuk. 

Úr Føroyum vóru løgtingsfólkini Henrik Old, Edva Jacobsen, Heðin Zachariasen, Steffan Klein Poulsen, Kristina Háfoss og Ruth Vang.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659