Føroysk Miðlafólk undirskrivað nýggjan sáttmála

Føroysk Miðlafólk undirskrivað nýggjan sáttmála
Nýggi sáttmálin hevur við sær, at tað tey faklærdu sum fáa størsta ágóðan, sigur Jón Brian Hvidtfelt, formaður í Føroysk Miðlafólk
 
16.11.2019 - 11:52

Føroysk Miðlafólk og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála.  

Lønarkarmurin hesaferð, sum arbeiðsgevararnir hava ásett, er 3,26% fyrra árið og 2,56% seinna árið.

Nýggi sáttmálin hevur við sær, at tað tey faklærdu sum fáa størsta ágóðan.

Byrjunarlønin hjá einum faklærdum hækkar úr 26.436 kr. upp í 27.590 kr. um mánaðin 1. november í ár. 1. november næsta ár verður hon 28.296 kr. 
 
 Endalønin hjá faklærdum miðlafólkum hækkar úr 30.252 um mánaðin upp í 31.589,21 kr. 1. november í ár.  

Og 1. november næsta ár er endalønin hjá miðlafólkum á privata arbeiðsmarknaðinum 32.705 kr.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283