Bretland fer úr ES í seinasta lagi 31. januar

Bretland fer úr ES í seinasta lagi 31. januar
Hægsta raðfestingin hjá stjórnini hjá Boris Johnson, forsætisráðharra í Bretlandi, er at fara úr ES 31. januar
 
15.12.2019 - 14:32

Michael Gove, sum er ráðharri í stjørnini hjá Boris Johnson, sigur, at Bretland fer úr ES í seinasta lagi 31. januar, og ein nýggj handilsavtala verður gjørd áðrenn 2020 er av. Tað skrivar Reuters.

Eftir stóra valsigurin hjá Konsertvativa Flokkinum hósdagin fer Boris Johnson at halda tað, hann lovaði. At fáa Brexit avgreitt og gera enduríløgur í bretskar heilsutænastur. 

Gove sigur, at hann kann vátta, at tað verður atkvøtt um Brexit sum skjótast og tað verður samtykt áðrenn 31. januar. 

Síðani fer bretska stjórnin at tosa við ES um handilsavtalur og samstarv. 

- Vit koma til eina semju, áðrenn árið er av, sigur Gove. 

Eisini heilsuverkið og heilsutænastur verða raðfestar fyrst, sigur Gove. Heilsuverkið fylti nógv í valstríðnum up til valið, sum var hósdagin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584