Bretland vertur fyri COP 26 næsta ár

Bretland vertur fyri COP 26 næsta ár
Næsta ár skal Bretland vera vertur fyri veðurlagsráðstevnuni COP 26. Júst nú dregur COP 25 ráðstevnan í Madrid út
 
15.12.2019 - 10:06

Stóra Bretland verður vertur fyri altjóða verðurlagsráðstevnuni COP 26 í næsta ár í samstarvið við Itala. Tað síggja tey fram til segði bretska umboðið, tá fundurin varð tikin upp aftur í morgun.

Tað er ikki eydnast at finna stevið á COP 25, sum hevur verið hildið í Madrid seinastu 14 dagarnar, har Chile hevur havt leiðsluna av ráðstevnuni.

Ráðstevnan skuldi enda fríggjadagin, men eftir at hava arbeitt til seint í nátt, varð fundurin tikin upp aftur í morgun. 

Stórar ósemjur eru millum annað um, um tað skal vera loyvt at keypa og selja CO2 kvotur.

Verandi skipan setur mark fyri, hvussu stórt útlátið av CO2 kann verða. Men londini hava møguleika at handla við sínum kvotum. 

Tað ber í sær, at fátøku londini kunnu selja sínar kvotur og forvinna pening, meðan ríku londini kunnu keypa kvotur, og tí ikki hava fyri neyðini at minka útlátið hjá sær sjálvum.

Eisini er ósemja um stuðul til fátøk lond, sum merkja stór árin av veðurlagsbroytingunum vegna ódnir og flóð. 

Eitt nú Marchall oyggjarnar eru hart raktar av fløðandi havi.

Hóast heimsins leiðarar í 2015 gjørdu eina heimsumfatandi avtalu í París, veksur útlátið av vakstrarhúsgassi framvegis 1,5 prosent um árið.

Í 2017 var útlátið tilsamans 53,5 gigatons, í fjør vaks tað upp í góð 55 gigatons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691