Fyrsta myllan í Suðuroynni framleiðir í heyst

Fyrsta myllan í Suðuroynni framleiðir í heyst
Nú verður grivið út fyri atkomuvegi til økið, har vinmyllurnar í Porkerishaga skulu setast upp
 
13.01.2020 - 14:39

Arbeiðið at byggja vindmyllulundina í Porkerishaga í Suðuroy er nú byrjað. 

Í løtuni verður grivið út fyri atkomuvegi til økið, har sjey vindmyllur skulu setast upp.

Tá tað er liðugt, verða betongfundament stoypt, og í juni verður klárt at seta vindmyllurnar upp.

Tær sjey myllurnar eru 6,3 MW tilsamans, og battarískipan og onnur útgerð skulu geva javnari elorku frá myllunum.

Varandi orka burturav

Við hesi útgerð fer Suðuroyggin ein part av tíðini at hava varandi orku burturav, har vindorkan fer at standa fyri stórum parti av framleiðsluni, skrivar SEV. 

El-orkan í Suðuroynni er ikki bundin í meginøkið, og vindmyllulundin í Porkerishaga fer saman við battarískipanini væntandi at framleiða 20 GWt um árið.

Tað svarar til streymnýtsluna hjá umleið 4.000 vanligum húsarhaldum.

Vindfelagið Neshagi, sum er dótturfelag hjá SEV, vann kappingina um at byggja vindmyllulundina í Porkerishaga, og eftir ætlan fer fyrsta myllan at framleiða el-orku inn á netið í Suðuroy í september, skrivar SEV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938