Nýggjur dagstovnur við Gøtugjógv

Nýggjur dagstovnur við Gøtugjógv
Pláss verður fyri 112 børnum, og fyrstu milliónirnar eru settar av í ár
 
15.01.2020 - 15:29

Eysturkommuna hevur sett 12 milliónir krónur av í ár til nýggjan dagstovn við Gøtugjógv. Tað samtykti býráðið beint fyri jól.

Restin verður síðan sett av í 2021 og 2022.

Nýggi dagstovnurin verður 1300 fermetrar til støddar, og fer at hava pláss fyri 112 børnum.

Nýggi dagstovnurin verður niðan fyri plantasjuna við Gøtugjógv, og dentur er lagdur á náttúru, virkisføri og tað skapanarliga, skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu. 

- Vit eru glað fyri at hava verið partur av fyrireikingini av nýggja dagstovninum, sum verður bygdur við okkara námsfrøðiliga arbeiðshátti fyri eyga, sigur Dagbjørt Ólavsdóttir, leiðari á dagstovninum við Gøtugjógv.

Kapping í 2017

Osbjørn Jacobsen Arkitektar vunnu arkitektakappingina í 2017 um nýggja dagstovnin. 

Uppskotið fevnir um ein bygning í tveimum hæddum, sum verða bygdar oman á hvørja aðra, við eini forskjóting.

Bygningurin verður bygdur inn í lendið. Vøggustovurnar eru í ovaru partinum, og barnagarðurin er í niðara partinum.

Við at byggja á henda hátt verður sum minst tikið burtur av lendinum, og urtagarðurinvið trøum omanfyri kemur til sín fulla rætt, skrivar Eysturkommuna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713