Coronavirus: 56 fólk deyð og 2.000 smittað

bannari
Coronavirus: 56 fólk deyð og 2.000 smittað
1.600 heilsustarvsfólk eru send til býin Wuhan, har smittan fyrstu ferð varð staðfest
 
26.01.2020 - 09:59

Talið á teimum, sum eru smittað við coronavirusi, er nógv vaksið, og kinesisku heilsumyndugleikarnir stúra fyri, at virusið verður betur ført fyri at breiða seg.

Tað upplýsti kinesiski heilsumálaráðharrin, Ma Xiaowei, á tíðindafundi í morgun. Nú eru fleiri enn 2.000 fólk smittað.

56 fólk hava latið lív, og tað stendur um lív hjá 140 fólkum, upplýsir kinesiski heilsumálaráðharrin.1.600 heilsustarvsfólk eru send til býin Wuhan, har smittan fyrst varð staðfest.

Heilsustarvsfólk til Wuhan

Heilsumyndugleikarnir halda, at ígerðartíðin - sum er tíðin frá tí, at tú ert smittaður, til tú verður sjúkur - er millum ein og 14 dagar.

Kina hevur eisini sett forboð fyri at selja vill dýr, til tess at forða fyri, at virusið skal breiða seg. 

Coronavirus hevur breitt seg til fleiri lond, millum annað Frakland og USA. Kinesiski heilsumálaráðharrin sigur, at smittan hevur breitt seg til 15 lond.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891