Heilsutrygd biður rættin skera ígjøgnum

Heilsutrygd biður rættin skera ígjøgnum
Málið um heilsutrygdargjaldið hjá fólki, sum býr í Føroyum, men arbeiðir uttanlands, fer nú í rættin
 
05.02.2020 - 09:22

Lógin um heilsutrygd og norðurlendski sáttmálin um sosiala trygd siga ikki tað sama um  heilsutrygdargjaldið.

Lógin sigur, at tað skal gjaldast í Føroyum, sáttmálin sigur, at gjaldið skal ikki gjaldast í Føroyum.

Kærunevndin í almannamálum, familjumálum og heilsumálum hevur avgjørt, at føroyingar, sum arbeiða í einum øðrum Norðurlandi, skulu ikki gjalda heilsutrygdargjald sambært sáttmálanum um sosiala trygd. 

Men lógin áleggur Heilsutrygd at krevja pengar frá øllum, sum eru fylt 18 ár, og sum lógin umfatar. Og hon umfatar øll, sum búgva í Føroyum.

Hendan trætan hevur vart í nógv ár nú.

Rætturin skal skera ígjøgnum

Og nú hevur Heilsutrygd gjørt av at lata Føroya rætt skera ígjøgnum. 

Fær Heilsutrygd ikki viðhald har, verður kannað, um neyðugt er at broyta lógina um heilsutrygd, so hon samsvarar við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd, segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Brand Sandoy, løgtingsmann.

Einasti skrivligi fyrispurningur higartil í hesari tingsetuni er eisini um heilsutrygdargjaldið.

Johan Dahl hevur spurt Kaj Leo Holm Johannesen, hví Heilsutrygd krevur pengar frá teimum, sum sigla í Noregi og gjalda til Folketrygd í Noregi.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221