Umhugsar at gera lóg um vaktarhald í Føroyum

Umhugsar at gera lóg um vaktarhald í Føroyum
Løgmaður hevur svarað einum fyrispurningi frá Akseli V. Johannesen
Løgmaður fer at kanna, um brúk er fyri einari lóg um vaktarhald
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.02.2020 - 09:04

Fyrst er neyðugt at kanna, um brúk er fyri einari lóg um vaktarhald í Føroyum.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum hevur svarað einum spurningi frá Akseli V. Johannesen, løgtingsmanni, um vaktarvirksemi.

Aksel V. Johannesen sigur, at hóast lítil kriminalitetur er í landinum, er brúk fyri vaktarfólki, sum halda vakt við almennar og privatar bygningar.

Nógv vinnuligt vaktarvirksemi er longu, men eingin lóg er, og tí ongar treytir um, hvørjar førleikar vaktarfólk skulu hava. Aksel V. Johannesen heldur eisini, at tað hevði verið áhugavert at kanna, um grundarlag er fyri at seta á stovn útbúgving ella skeið í vaktarvirksemi í Føroyum. 

Bárður á Steig Nielsen svarar, at skilagott er at kanna hetta økið. Løgmansskrivstovan fer undir hesar kanningar í næstum.

Ein møguleiki er at brúka treytirnar um duravørðir í nýggju kunngerðini, sum júst er komin.

Verður niðurstøðan tann, at skilabest er at gera eina lóg um vaktarvirksemi í Føroyum, ber til at brúka donsku lóggávuna sum grundarlag, sigur løgmaður.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860