Arbeiðsloysisstuðulin hækkar

Arbeiðsloysisstuðulin hækkar
Landsstýrið skjýtur upp at hækka stuðulin úr 75 upp í 80 prosent av útrokningargrundarlagnum
Lógaruppskot er á veg í tingið um at hækka arbeiðsloysisstuðulin
 
27.02.2020 - 09:12

Hækkaður arbeiðsloysisstuðul er millum tey 19 tingmálini, sum landsstýrið týsdagin samtykti at lata løgtinginum.

Við í uppskotinum er eisini eftirløn av arbeiðsloysisstuðlinum. 

Skotið hevur verið upp at hækka arbeiðsloysisstuðulin úr 75 prosentum upp í 80 prosent av útrokningargrundarlagnum, og at hækka mesta arbeiðsloysisstuðulin 1.000 krónur - upp í 18.500 krónur um mánaðin.

Lóg um doping

Eitt annað uppskot, sum varð avgreitt á landsstýrisfundinum týsdagin, er uppskot um lóg um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti.

Seinasta freist at lata løgtinginum uppskot, sum skulu viðgerast í hesari tingsetuni, er í morgin.

Seinasti framløgudagur er fríggjadagin 6.mars.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði við Útvarpið í gjár, at samgongan hevur 30 uppskot at leggja fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542