Ben Arabo í nevndina í BankNordik

Ben Arabo í nevndina í BankNordik
Aðalfundur verður í BankNordik 26. mars
Ben Arabo, fyrrverandi forstjóri í Betri-samtakinum, er í uppskoti at gerast nevndarlimur í BankNordik
 
02.03.2020 - 16:20

Ben Arabo og Hans Arni Bjarnason Thomsen eru í uppskoti at gerast nýggir nevndarlimir í BankNordik.

Ben Arabo hevur m.a. verið stjóri í Betri-samtakinum og Atlantskolvetni.

Hans Arni Bjarnason Thomsen er nevndarlimur í Fíggingargrunninum, og hann er m.a. stjóri í P.f. J.F. Kjølbro heilsølu.

Skotið verður eisini upp, at Barbara Pálsdóttir Vang, næstforkvinna, Jógvan Jespersen, Gunnar Nielsen og John Henrik Holm halda fram í nevndini.

Aðalfundur verður í BankNordik 26. mars.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961