Nýggj almannalóg fyri tingið

Nýggj almannalóg fyri tingið
Lógin avloysir gomlu forsorgarlógina frá 1960-unum, og hon tekur støði í einstaka persóninum, sigur landsstýriskvinnan
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, hevur borið løgtinginum fimm uppskot um nýggja almannalóg, sum verða løgd fram í morgin
 
05.03.2020 - 14:49

Uppskot um nýggja almannalóg verður lagt fyri løgtingið í morgin.

Meginreglan í lógini er, at støði verður tikið í tí einstaka, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum.

Hugt verður at tørvinum hjá einstaka borgaranum, og síðani eftir, hvat skal til fyri at nøkta tørvin.

Somu møguleikar

Øll skulu hava somu møguleikar, men øll skulu ikki hava somu tænastur.

Í lógini er ásett, at borgarin skal takast upp á ráð. Dentur verður lagdur á fyribyrgjandi táttin, og at veitingar og tænastur skulu virka og eggja til størri sjálvhjálpni.

Landsstýriskvinnan fær eisini heimild til at skipa tænastur, eitt nú viðlíkahaldsvenjing í almannaverkinum.

Gomul forsorgarlóg

Nýggja almannalógin kemur í staðin fyri gomlu forsorgarlógina, sum upprunaliga er ein donsk lóg frá 1960-unum.

Hóast dagføringar eru gjørdar í fleiri umførum, er forsorgarlógin ikki tíðarhóskandi longur í einum framkomnum samfelagi, sigur  Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

Fimm lógir eru lógarpakkanum, sum verður lagdur fyri løgtingið í morgin.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025