Ferðin hjá 300 næmingum og lærarum avlýst

bannari
Ferðin hjá 300 næmingum og lærarum avlýst
300 næmingar og lærarar á Glasi, ið skuldu fara til París í dag, fara ikki kortini. Danska uttanríkisráðið hevur broytt ferðatilráðingina
300 næmingar og lærarar á Glasir, ið skuldu fara til París fyrrapartin, fara ikki kortini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2020 - 07:10

Námsferðirnar eru avlýstar, tí danska uttanríkisráðið broytti í gjárkvøldið tilráðingina um ferðing til Fraklands frá grønum stigi (Vær opmærksom) til gult stig (Vær ekstra forsigtig). 

Ein flokkur í triðja ári og allir flokkar í øðrum ári á gymnasialum miðnámi skuldi flúgva til París fyrrapartin í dag.

Enn eru fíggjarligu avleiðingarnar av avlýsingini ikki greiðar, sigur Glasir. Hesin spurningurin verður viðgjørdur komandi dagarnar.

Halda seg til donsku tilráðingarnar

Føroysku tryggingarfeløgini halda seg til tilráðingarnar frá danska uttanríkisráðnum. Avboðstrygging tekur við, um uttanríkisráðið mælir frá ferðum til ferðamálið. 

Greitt er tó, at broytingin í tilráðingini hjá danska uttanríkisráðnum ikki er eitt beinleiðis frámæli. Tí taka vanligu avboðstrygginginarnar ikki við, sum er, sigur Glasir í tíðindaskrivi tíðliga í morgun.

Ein flokkur í triðja ári á Glasi fór avstað á námsferð í gjár. Ferðin gekk, umvegis Keypmannahavn, til Lissabon í Portugal. Har er tilráðingin enn grøn.

Hoyr eisini samrøðuna við Steinbjørn Hardlei, rektara á Glasir, sum útvarpið gjørdi við hann í tíðindunum klokkan sjey í morgun, her.

1355616

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858