Fyrsti grønlendingurin smittaður av COVID-19

bannari
Fyrsti grønlendingurin smittaður av COVID-19
Skíðrennarin, Nuunu Chemnitz Berthelsen, situr í sóttarhaldi í einum hotellkamari í Norðuritalia
Nuunu Berthelsen er fyrsti grønlendingur, sum hevur fingið COVID-19
Mynd: Semitsiaq.gl  
 
09.03.2020 - 09:12

Fyrsti grønlendingurin er nú smittaður við COVID-19-coronavirusinum. Talan er um Nuunu Chemnitz Berthelsen, sum er yrkis-skíðrennari og býr í Italia. 

Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR, á heimasíðuni. Nuunu Berthelsen situr nú í sóttarhaldi í einum hotelkamari í Norðuritalia, har hon hevur búð seinastu trý árini. 

Grønlendski skíðrennarin sigur við KNR, at hon hevur verið sjúk í eina viku, men at hon helt ikki, at tað var coronavirusið, tí hon hevði ikki tey sjúkueyðkenni, sum COVID-19 eftir øllum at døma skal geva. 

 >> SÍ EISINI  Steingja Norðuritalia

Ein kokkur á hotellinum, har Nuunu Berthelsen og aðrir skíðrennarar búgva, hevur borið smittuna víðari. 

Italia er tað landið í Evropa, sum er harðast rakt av corona virusinum. 133 fólk doyðu av corona-smittuni í Italia í eitt samdøgur.

Leygardagin var talið av deyðum 233, men í gjárkvøldið kundu heilsumyndugleikarnir í Italia staðfesta, at talið av deyðum var komið upp á 366.

 >> SÍ EISINI Corona: Italia steingir allar skúlar

Samstundis vaks talið av smittaðum eisini við næstan 1.500 fólkum  hetta sama samdøgrið. Talið av teimum, sum eru smittað av COVID-19,  var sunnukvøldið komið upp á 7.375 fólk.

Burtursæð frá Kina er Italia tað landið, har flest eru deyð av corona smittunni. Nuunu Berthelsen ætlar sær í øllum førum ikki aftur til Grønlands, fyrr enn hon er vís í, at hon er frísk. 

Eingin, sum býr í Grønlandi, hevur enn fingið staðfest COVID-19, men tvær grønlendskar familjur, sum hava verið og ferðast í Norðuritalia, sita í løtuni í sjálvbodnum sóttarhaldi í Nuuk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201