Kreppuráðið er kallað saman klokkan 21

bannari
Kreppuráðið er kallað saman klokkan 21
Føroyska Kreppuráðið er kallað saman at viðgera støðuna nú klokkan 21 í kvøld eftir at Danmark hevur sett ógvuslig stig í verk
Kreppuráðið kemur saman um eina løtu at viðgera støðuna
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.03.2020 - 20:18

Føroyska Kreppuráðið er kallað saman eftir, at danski forsætisráðharrin fyri løtu síðani boaði frá, at Danmark verður meira ella minni stongt.

Øll skúlagongd er avlýst og alment sett starvsfólk verða send til hús. Hetta eru bert nøkur av tiltøkunum, ið verða sett í verk fyri at basa COVID-19 smittuni.

Løgmaður hevur boðið til tíðindafund í morgin klokkan 9, men Kreppuráðið fer eisini at viðgera, um føroyskir myndugleikar skulu koma við boðum fyrr.

Meira verður at frætta seinni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858