Fýra átøk fyri góðar 100 milliónir krónur

bannari
Fýra átøk fyri góðar 100 milliónir krónur
Landsstýrið hevur kunngjørt eina búskaparliga hjálparætlan, sum skal viðgerast í skundi í løgtinginum
Mynd: Føroyar verða eisini ávirkaðar av búskapargongdini úti í heimi. Eftirspurningurin eftir føroyskum útflutningisvørum fer helst at minka  
 
16.03.2020 - 10:12

– Hetta er ein heilsukreppa, ið fær stórar avleiðingar fyri búskapin. Uppgávan er at forða fyri, at avleiðingarnar verða so stórar, at tær fáa varandi ávirkan á føroysk á føroyska búskapin.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, í sambandi við, at landsstýrið hevur kunngjørt eina búskaparliga hjálparætlan.

 >> SÍ EISINI Hjálparpakkin kom í evstu løtu

Roknað verður við, at fleiri fáa minni at gera í næstum. Færri ferðafólk koma til Føroya, og tað fer at raka ferðavinnuna í summar. Virksemið í samfelagnum verður merkt av, at vit skulu vera meira heima og minni úti.

Føroyar verða eisini ávirkaðar av búskapargongdini úti í heimi. Tað fer helst at hava við sær, at eftirspurningurin eftir føroyskum útflutningisvørum fer at minka.

Fýra átøk

Landsstýrið hevur saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum gjørt ein vinnuligan hjálparpakka við fýra ítøkiligum átøkum, ið skal hjálpa føroyingum og føroyskum fyritøkum, sum kunnu rokna við minkaðum eftirspurningi og minni arbeiði.

– Við hjálparpakkanum kann vinnuliga virksemið halda fram so ótarnað sum til ber, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

Hjálparpakkin skal setast í verk við lógarbroytingum, sum verða viðgjørdar í skundu í løgtinginum.

Tað er ilt at meta um, hvussu nógv átøkini fara at kosta, tí tað er treytað av sjúkugongdini í samfelagnum, og neyðugum tillagingum hjá vinnufyritøkum, men í fyrsta umfari verður kostnaðurin mettur til góðar 100 milliónir krónur.

Landskassin og ALS bera útreiðslurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595