58 føroyingar eru smittaðir

bannari
58 føroyingar eru smittaðir
Ellivu føroyingar afturat hava seinasta samdøgrið fingið staðfest korona-smittuna. Tað er færri enn undanfarin samdøgur
 
18.03.2020 - 07:51

 58 føroyingar hava fingið korona-smittuna. Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Tað vil siga, at 11 nýggir tilburðir eru staðfestir síðan í gjár. Í gjár vóru 19 nýggir tilburðir staðfestir, og fyrradagin 15.

Í gjár vórðu 29 nýggir tilburðir staðfestir.

933 eru nú kannað fyri virusið, og sambært tølunum eru 247 í sóttarhaldi, men tað talið er ikki dagført eina tíð, og ert helst munandi hægri.

 >> SÍ EISINI Fyrsti korona-sjúklingur vorðin frískur

RÆTTING: Í fyrstu útgávuni av greinini stóð, at 29 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár. Rætta talið er, sambært landslæknanum, 19 tilburðir. Tølini í gjár vóru skeiv, tí nakrir av tilburðunum frá fyrradegnum - sum tá vóru 15 -  komu við tølini dagin eftir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115