Ferðafólk úr Íslandi avvíst í Vágum

bannari
Ferðafólk úr Íslandi avvíst í Vágum
Innferðareftirlit er sett í verk í Føroyum, og í gjár vórðu fýra ferðafólk úr Íslandi avvíst á flogvøllinum í Vágum
Fýra ferðafólk úr Íslandi sluppu ikki inn til Føroyar og vórðu send til Danmarkar við Atlantsflogi.
Mynd: Savnsmynd  
 
18.03.2020 - 12:14

Fýra ferðafólk úr Íslandi vórðu í gjár avvíst á flogvøllinum í Vágum, sigur Michael Boolsen, fúti

Fyrradagin varð fyribils innferðareftirlit sett í verk í Føroyum. Hetta skuldi steðga møguligum útlendingum, sum ikki hava lógliga heimild til at ferðast inn í Føroyar og ríkisfelagsskapin, í at koma til Føroya.

Hetta varð gjørt í eini roynd at steðga smittuvandanum av koronavirusinum.

Fútin sigur, at vanliga vera ólóglig ferðafólk sett á sama flogfar avstaðaftur, men av tí at onki flogsamband var aftur til Íslands úr Føroyum, vórðu hesi fýra ferðafólkini sett á flogfarið til Danmarkar, har tey síðani kunnu flúgva aftur til Íslands.

Bót varð ikki givin

Vanliga verður bót givin, um fólk ólógliga royna at koma inn í landið, men hetta var ein serstøða, og tí varð bót ikki givin í hesum førinum, upplýsir fútin.

Hóast avmarkingar á ferðing til og frá útlondum, eru avmarkingarnar ikki galdandi innan fyri ríkisfelagsskapin.

- Danmark og Grønland eru ikki at rokna sum útlond, sigur Michael Boolsen, fúti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858