Novo Nordisk: Føroyingar kunnu eisini søkja

bannari
Novo Nordisk: Føroyingar kunnu eisini søkja
Novo Nordisk-grunnurin hevur sett 50 milliónir kr. av til verkætlanir at basa korona
 
28.03.2020 - 08:56

Føroyingar eru vælkomnir at søkja um at fáa burtur av teimum 50 milliónum krónunum, sum Novo Nordisk-grunnurin hevur sett av til at basa korona-farsóttini.

Tað boðar grunnurin fyri donska heilivágsfyritøkuna frá.

Pengarnir skulu nýtast til verkætlanir, ið hava til endamáls at byrgja upp fyri skaðiligum avleiðingum á heilsuøkinum, orsakað av korona-farsóttini.

Søkjast kann um stuðul innan trý øki.

Tað kunnu vera vísindaligar verkætlanir, ið royna nýggjar viðgerðir, tøkni ella fyribyrgjandi átøk, og upplýsandi tiltøk, sum kunnu bøta um samskiftið við borgaran.

Triðja økið er sosial tiltøk, ið taka atlit at serliga heilsuliga tørvinum hjá teimum, sum eru í serligum smittuvanda.

Treytin fyri at søkja er millum annað, at arbeiðið við verkætlanunum er klárt at fara í gongd beinanvegin, sigur Novo Nordisk-grunnurin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961