Rúsdrekkabann í Grønlandi

bannari
Rúsdrekkabann í Grønlandi
Grønlendska landsstýrið hevur gjørt av at banna sølu av rúsdrekka, nú koronakreppan herjar
Kim Kielsen, landsstýrisformaður, hevur gjørt av at banna sølu av rúsdrekka í Grønlandi
 
29.03.2020 - 14:12

Grønlendska landsstýrið hevur avgjørt at banna sølu av øli, víni og øðrum sløgum av rúskdrekka. Hetta er beinleiðis avleiðing av koronakreppuni. Bannið varð sett í verk í gjárkvøldið klokkan 8 og heldur fram til klokkan 10 fyrrapartin tann 15. apríl.

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, sigur í tíðindaskrivi, at avgerðin er tikin fyri at verja fyri smittu, men eisini fyri at verja børnini.

10 smittað í Nuuk

– Í einari slíkari serligari støðu eru vit noydd at taka mong atlit, fyri at steðga smittuni. Men kjarnin í teirri avgerð, ið eg havi tikið, er, at børnini skulu verjast. Tey skulu hava eitt trygt heim.

– Eg vóni, at vit sum samfelag síggja korini hjá børnunum sum eitt felags mál, og at vit øll geva okkara íkast til at trygt samfelag, sigur Kim Kielsen við grønlendska blaðið Sermitsiaq.

Tað eru í løtuni skrásett 10 fólk við koronasmittuni í Nuuk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688