Tey flestu smittaðu eru í tjúgunum

bannari
Tey flestu smittaðu eru í tjúgunum
Fimti hvør, sum er smittaður av Covid-19 í Føroyum, er í tjúgunum
Koronakanningar
 
31.03.2020 - 14:55

Tey flestu, sum eru smittað við COVID-19 í Føroyum, eru í fólk tjúgunum.

Tað vísa tøl frá heilsumyndugleikinum á heimasíðuni, corona.fo

Nú eru tilsamans 169 fólk í Føroyum smittað við korona. 36 av teimum smittaðu í Føroyum eru fólk, sum eru í tjúgunum.

Hetta svarar til, at meira enn fimta hvørt fólk, sum er smittað við korona í Føroyum, er í aldursbólkinum 20 til 29 ár.

Hinvegin er tað ikki tann bólkurin, sum flestar royndir eru tiknar av í Føroyum, sambært tølunum.

Flestur royndirnar, sum eru tiknar, eru av fólki í aldursbólkunum 40-49 og síðani 30-39, vísa tølini hjá heilsumyndugleikunum.

Tilsamans 4.065 fólk í Føroyum eru kannað síðani byrjað varð at kanna fólk her síðst í februar mánaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162