Fáa 12 milliónir úr landskassanum

Fáa 12 milliónir úr landskassanum
Flogfelagið fær pening úr landskassanum, tá nýggja afturberingarskipanin hjá landinum er farin at virka
 
06.04.2020 - 09:54

Atlantic Airways fer at fáa 12 milliónir krónur úr landskassanum, tá nýggja afturberingarskipanin, sum landsstýrið hevur lagt fyri løgtingið, er farin at virka.

Og hon skal virka frá tí degi, hon varð løgd fram. Tað var leygardagin. Men fyrsta viðgerð hevur ikki verið enn. Tingfólk, serliga tey í andstøðuni, vilja hava góðar stundir til at viðgera hetta uppskotið.

Uppskotið er, at flogfeløg, sum eru skrásett í Føroyum, fáa 35 prosent aftur av lønunum, sum flogskiparar, stýrimenn og flogternur í flogførum og tyrlum, fáa.

Landið ber allan kostnaðin

Fíggjarmálráðið roknar við, at hesi fólk fáa 35 milliónir krónur í lønum og rinda 14 milliónir í skatti. Landið hevur tí tvær milliónir krónur eftir av skattinum.

Kommunurnar missa tó einki, tí landið ber allan kostnaðin. Fíggjarmálaráðið sigur, at uppskotið er ikki nýtt, tí sambært samgonguskjalinum skal FAS-líknandi skipan fyri flogfeløg kannast. 

Skipanin, sum nú kemur, er bæði fyri føroysk og útlendsk feløg, sum eru fult skattskyldug í Føroyum. Norðurlendsk flogfeløg eru skrásett í lágskattalondum, serliga í Írlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672