Leggja álit fram í dag

Leggja álit fram í dag
Fíggjarnevndin hevur viðgjørt uppskotið um lántøku til landskassan, og Vinnunevndin hevur viðgjørt uppskotið um svartkjaftin
 
01.05.2020 - 09:58

Formaðurin í Fíggjarnevndini væntar, at nevndin skrivar álit um uppskotið hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um lántøku til landskassan í dag.

Ætlanin er at læna 1,6 mia. kr. til landskassan.

Fíggjarnevndin hevur fund klokkan hálvgum tíggju, og tingfundur er klokkan tíggju. 

Magnus Rasmussen, formaður í Fíggjarnevndini, sigur, at ætlanin er at skriva álit á fundinum í morgun, so tað kann leggjast fram á tingfundinum. 

Vinnunevndin hevur málið um svartkjaftin, sum skuldi fara til vinnuligar royndir og verkætlanir, verður latin til vanligt fiskarí.

Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini, sigur, at nevndin er liðug við málið, og er farin undir at skriva álit.

Møguliga verður álitið lagt fram í dag, sigur hon.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542