Nýggja vinnuøkið á Sundi lýst til leigu

Nýggja vinnuøkið á Sundi lýst til leigu
Kommunan vil helst, at alt økið verður leigað út í einum leigumáli
Fólk í Kaldbak skipaðu fyri mómælistiltaki móti nýggju vinnuøkinum á Sundi
 
11.05.2020 - 11:25


Nú verður nýggja vinnuøkið á Sundi, sum Tórshavnar kommuna hevur gjørt, lýst alment til leigu.

Vinnuøkið á Sundi er umleið 43.000 fermetrar til víddar, og liggur í byggisamtyktarøki B1 Havnarøki.

Tórshavnar kommuna vil helst, at alt økið verður leigað út í einum leigumáli, men ber tað ikki til, verður tað leigað út í fleiri leigumálum.

Gera brimverju lidna

Ætlanin er, at økið verður leigað út, sum tað er nú. Tó verður brimverjan gjørd liðug.

Virksemið á økinum skal lúka treytirnar, sum eru ásettar fyri B1 øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavn kommunu.

Áhugaðir leigarar skulu upplýsa fyri kommununi, hvørjar ætlanir eru við økinum, og hvussu leingi økið skal leigast.

42 kr. fermeturin

Økið verður leigað út við somu treytum, sum onnur líknandi leigumál hjá Tórshavnar havn. Leigan er ásett til 42 krónur fyri fermeturin umframt meirvirðisgjald.

Eitt áhugafelag í Kaldbak royndi annars í 2017 at steðga útbyggingini hjá Tórshavnar kommunu á Sundi.

Áhugafelagið Kaldbak handaði Sirið Stenberg, táverandi landsstýriskvinnu í innlendismálum, undirskriftir við kravi um, at Innlendismálaráðið ógildaði avgerðina hjá Tórshavnar kommunu um at fylla grót upp eystan fyri bryggjuna á Sundi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672