Næmingar á Glasi fáa pengarnar aftur

Næmingar á Glasi fáa pengarnar aftur
Um neyðugt fer landsstýrismaðurin, Jenis á Rana, í Løgtingið at biðja um eina eykajáttan
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.05.2020 - 09:43


Næmingarnir á Glasi, sum ikki sluppu á námsferð í mars mánaði orsaka av korona, fáa pengarnar aftur, sigur Landsstýrismaðurin, Jenis á Rana, við In.fo. 


Tað var tann 6 mars, at 246 næmingar á Glasi skuldu á námsferð til parís. Kvøldið fyri ferðina varð ferðin avlýst orsaka av, at ferðamálini vóru frámæld Korona øki. 


Næmingarnir høvdu goldið fyri ferðina, ið hjá summum kostaði upp í 7.000 krónur. 


Landsstýrismaðurin, Jenis av Rana sigur við in.fo, at talan eftir øllum at døma verður partvíst endurgjald frá tryggingum og øðrum skipanum. Um neyðugt fer hann í Løgtingið at biðja um eina eykajáttan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890