Norðmenn vilja ikki hava ferðafólk í summar

Norðmenn vilja ikki hava ferðafólk í summar
Noreg skal ikki lata upp fyri útlendskum ferðafólkum í summar, siga tríggir av fýra norðmonnum í nýggjari kanning
Norðmenn leggja einki í at fáa ferðafólk til landið í summar, sambært nýggjari kanning
Mynd: Wolfmann, Creative Commons (2016)  
 
30.06.2020 - 10:22

Norska stjórnin lat hósdagin í farnu viku upp fyri fleiri ferðafólkum, sum kunnu vitja í Noregi í summar, sum varð kunngjørd í gjár.

Men nýggjasta meiningakanningin, sum norska greiningarstovan, Opinion, hevur gjørt, vísir, at norðmenn eru í iva um landamarkið skal latast upp.

Bara 15 prosent av teimum spurdu fólkunum í kanningini taka undir við at lata upp fyri fleiri útlendskum ferðafólkum í Noregi, meðan 75 prosent vilja ikki.

1.000 fólk vórðu spurd, og spurningurin um upplating er ein av fleiri spurningum í sambandi við koronu-meiningakanningina, sum varð gjørd um vikuskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751