ES dómstólurin ógildar dátuavtalu millum ES og USA

ES dómstólurin ógildar dátuavtalu millum ES og USA
ES og USA skulu gera nýggjar reglur um persónsupplýsingar, eftir at ES dómstólurin hevur ógildað verandi avtalu
 
16.07.2020 - 15:51

Núverandi reglur um at geva persónsupplýsingar víðari frá privatari fyritøku í ES til privata fyritøku í USA, eru ógreiðar og ólógligar. 

Tað sigur ES dómstólurin í dag, eftir at hava viðgjørt eina klagu um dátaverju á Facebook frá einum atgerðarfólki í Eysturríki, Maximiliam Schrems.

Hann er ónøgdur, tí persónsupplýsingar hjá honum verða fluttir frá Facebook til ambætarar í USA. 

Málið snýr seg um, hvussu Facebook verjir dátur hjá evropeiskum borgarum, tá ið dáturnar verða sendar frá evropeiskum londum til USA. USA verður nevnliga ikki mett sum eitt trygt land, tá ið tað kemur til dáta og at verja fyri at myndugleikarnir fáa atgongd til dáturnar. Facebook hevur fyrr verið ákært fyri at lata amerikonskum myndugleikum persónsupplýsingar. 

Hetta er aðru ferð, at ES dómstólurin kemur til ta niðurstøðu, at reglurnar um dátuverju millum ES og USA eru ov vánaligar. Fyrru ferð var tað eisini Maximilian Schrems, sum ákærdi Facebook fyri at útflýggja dátur hjá evropearum til myndugleikarnar í USA. Eisini tá fekk hann viðhald. 

Reglurnar um dátuverju vórðu síðani broyttar í 2015, men eftir øllum at døma eru reglurnar ikki nøktandi enn, og ES og USA skulu tí aftur gera eina nýggja avtalu. 

5000 amerikanskar fyritøkur gera sær dælt av núverandi reglum um dátuútflýggjan, og tað kann fáa avleiðingar fyri tær, tá reglurnar verða broyttar, skrivar tíðindastovan AFP. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. januar
Morgunlestur leygardagur 3.januar 2026
202086
Fríggjadag 2. januar
Vikuskiftið 2 jan 2026
202191
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132