- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krav at vera í munnbindi í Fraklandi
Krav at vera í munnbindi í Fraklandi
Frakland óttast fyri nýggjari bylgju av koronusmittu og setur krav um munnbind

16.07.2020 - 16:32
Frá og við næstu viku verður krav at vera í munnbindi innandurða á almennum støðum í landinum.
Frakland er millum harðast raktu lond av koronuvirusinum. Meira enn 172.000 eru smittað, og 30.000 er deyð av smittuni.
Myndugleikarnir ávara samstundis um, at smittutalið fer at vaksa, nú meginparturin av samfelagnum hevur latið uppaftur, og at fólk mugu taka tilmælini í álvara.
Higartil hevur kravið um munnbind verið galdandi í almenna flutningskervinum og á almennum støðum, har ikki ber til at halda fjarstøðu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























