Bretland leggur koppsetingar undir seg

bannari
Bretland leggur koppsetingar undir seg
Landið hevur longu tryggjað sær 90 milliónir koronukoppsetingar áðrenn koppsetingin er klár
 
20.07.2020 - 16:53

Tað eru heiluvágsfyritøkurnar BioNteck, Pfizer og Valneva, sum í felag hava gjørt koronukoppsetingina. Tað skrivar BBC á heimasíðuni.

Hesar koma afturat 100 milliónum koppsetingum, sum heilivágsfyritøkan, AstraZeneca, mennir á lærda háskúlanum í Oxford.

 >> SÍ EISINI Bretar gera royndir við koronukoppseting

Tað er ikki greitt enn, um ella hvør koppseting fer at rigga. Í løtuni verður koppseting mett sum besta boðið at koma koronuvirusinum til lívs.

Í løtuni verða kliniskar royndir gjørdar við meir enn 20 koppsetingum kring heimin. Bretland hevur við seinastu avtaluni tryggjað sær atgongd til tríggjar koppsetingar, sum eru ólíkar.

Ávarar um bjartskygni

Kate Bingham, leiðari í koppsetingarbólkinum hjá stjórnini, fegnast um, at fleiri koppsetingar eru, sum hava góð útlit, men ávarar ímóti bláoygdum bjartskygni.

Veruleikin er, at vit kanska ongantíð fáa eina koppseting. Um vit fáa eina, kann tað vera, at hon ikki steðgar smittu, men minkar um sjúkutekinini.

Um vit fáa eina effektiva koppseting, verða tað heilsu- og almannastarvsfólk, og tey í vandabólkinum, sum standa fremst, sigur Kate Bingham sambært BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527