Gera kanska nýggja avtalu um Thulestøðina

Gera kanska nýggja avtalu um Thulestøðina
Tað er als ikki óhugsandi, at Grønland fær eina nýggja avtalu um amerikonsku herstøðina í Thule fyri forsetavalið í USA í november
 
23.07.2020 - 09:11

Tað sigur Steen Lynge, landsstýrismaður, eftir fundin við Mike Pompeo, uttanríkisráðharra í USA, í Keypmannahavn í gjárkvøldið.

Hann sigur, sambært KNR, at Pompeo tók væl í móti grønlendska uppskotinum um nýggjar samráðingar um avtaluna um tænastur á Thulestøðini, sum grønlendingar mistu fyri nøkrum árum síðani.

Grønland skal fáa meira burturúr

Hetta er, sigur Steen Lynge, landsstýrismaður, fyrstu ferð, at USA viðgongur, at Grønland skal fáa meira burtur úr tænastunum, sum Thulestøðin brúkar.

Landsstýrismaðurin sigur tað ikki vera óhugsandi, at ein nýggj tænastuavtala verður gjørd fyri forsetavalið í USA. Grønland misti 200 milliónir krónur um árið, tá amerikanarar fingu tænastuavtaluna í 2014.

Mike Pompeo váttaði á tíðindafundi í gjár, at Grønland eigur at hava allar fyrimunir av herstøðini í Thule. Tað hevur alstóran týdning fyri okkum øll, segði Pompeo í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221