Royna aftur at hjálpa flogvinnuni

Royna aftur at hjálpa flogvinnuni
Uppskotið, sum datt burtur, er í listanum yvir løgtingsmál, sum landsstýrið ætlan at leggja fram.
Uppskotið, sum datt burtur, hevði ítøkiliga givið Atlantsflogi 12 milliónir kr. úr landskassanum um árið
 
31.07.2020 - 11:16

Hóast undirtøka ikki var í samgonguni í vár, verður uppskotið um at hjálpa flogvinnuni fíggjarliga lagt fram aftur.

Uppskotið er í løglistanum, sum varð lagdur fram ólavsøkudag.

Uppskotið kom í vár, og var tá partur í hjálparpakka tvey.

Fyrsta viðgerð var í tinginum 23.apríl.

Men uppskotið kom ikki aftur úr Fíggjarnevndini, og datt tí burtur á ólavsøku.

Hevði ikki undirtøku

Formaðurin í Fíggjarnevndini, Magnus Rasmussen í Sambandsflokkinum, segði, at uppskotið hevur, sum tað var orðað tá, ikki politiska undirtøku.

Sambært lógaruppskotinum skuldu flogfeløg, sum eru skrásett í Føroyum, fáa endurrindað 35 prosent av lønunum til flogskiparar, stýrimenn og flogternur í flogfeløgum og tyrlum.

Ítøkiliga hevði uppskotið givið Atlantsflogi 12 milliónir krónur úr landskassanum um árið.

Í samgonguskjalinum stendur, at "møguleikarnir verða kannaðir at gera eina FAS-líknandi skipan fyri flogferðslu."

Tað kanningararbeiðið er ikki gjørt enn, segði Magnus Rasmussen við Kringvarpið 2.juni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037