Minnast 75-ára dagin fyri kjarnorkubumbuna

Minnast 75-ára dagin fyri kjarnorkubumbuna
Minningarhald var í Hiroshima í nátt okkara tíð, har fólk, ið yvirlivdu, samanvið eftirkomarum og umboðum úr øðrum londum tóku lut
Í dag eru 75 ár liðin síðan kjarnorkubumban brast yvir japanska býnum, Hiroshima. Mynd frá minningarhaldi í nátt
Mynd: AP  
 
06.08.2020 - 06:41

Eftir minningarhaldið segði borgarstjórin í Hiroshima, Kazumi Matsui, at heimurin má standa saman ímóti altjóða hóttanum, sum koronufarsóttini, og hann ávaraði eisini ímóti nationalismuni, sum elvdi til annan heimsbardaga.

 Vit mugu ikki lata hesa søguna endurtaka seg, og samfelagið má vísa burtur sjálvsøkjandi nationalismuna og standa saman móti hóttanum, segði Matsui.

Tilsamans doyðu umleið 140.000 fólk av kjarnorkubumbuni í Hiroshima. 350.000 fólk búðu í Hiroshima og umleið 90% av býnum varð lagdur í oyði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563