Biden er nú tilnevndur forsetavalevni

Biden er nú tilnevndur forsetavalevni
Demokratarnir hava landsfund í hesum døgum, og Joe Biden fer at halda røðu í morgin
Nú er greitt, at Joe Biden verður forsetavalevni hjá demokratunum
 
19.08.2020 - 08:53

Joe Biden, fyrrverandi varaforseti í USA, er nú alment tilnevndur forsetavalevni hjá demokratunum. Hann var tilnevndur á landsfundinum hjá flokkinum í nátt, eftir at umboð fyri statirnar høvdu greitt atkvøðu.

Tað hevur annars verið greitt síðani í juni, at Joe Biden fór at gerast valevni, tí tá hevði hann fingið nóg stóra undirtøku.

Joe Biden takkaði fyri álitið.

Á netinum

Koronasmittan ger, at landsfundurin hjá demokratunum verður hildin á netinum, og har eru eisini røður at hoyra, eins og innsløg eru úr øllum pørtum av USA.

Joe Biden fer í morgin at halda røðu á landsfundinum.

Forsetaval verður í USA 3. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650