Ruth skal eisini fiska reyðæti

Ruth skal eisini fiska reyðæti
Felagið, sum hevur keypt nótaskipið Ruth, ætlar at brúka skipið bæði til vinnuligar royndir og at fiska fiskareyðæti
Nótaskipið Ruth er keypt til Føroya úr Hirtshals. Vinnulívsfólk í Havn og Vága standa fyri ætlanini
Mynd: VesselFinder  
 
21.08.2020 - 09:45

Felagið JKS-Impex hevur gjørt sáttmála við felagið Ruth í Hirtshals um at keypa nótaskipið Ruth. Gullak Madsen í Hirtshals eigur felagið Ruth.

JKS-Impex hevur søkt um kvotu til vinnuligar royndir og verkætlanir, sum verða latnar í næstum. Sum skilst, er ætlanin at nýta Ruth til hesa veiðu.

Tað eru vinnulívsfólk í Havn og Vágum, sum standa aftan fyri verkætlanina. Kringvarpið hevur verið í sambandi við Sámal Jákup Sakarisson í Hoyvík, sum er stjóri í JKS-Impex, men hann vil fyribils ikki siga meira um verkætlanina. 

Ruth varð annars keypt til Danmarkar í fjør, og er umvæld fyri 12 milliónir kónur.

Royndarloyvi eftir reyðæti

Umframt vinnuligar royndir og verkætlanir hevur JKS-Impex fingið treytaða tilsøgn um royndarloyvi eftir reyðæti frá Fiskimálaráðnum. Hetta er eitt loyvi, sum gevur teimum møguleika at fiska 20.000 - 25.000 tons av reyðæti um árið. 

Tilsøgnin at veiða reyðæti er frá 15. august fram til 31. januar. Talan er um royndarfiskiskap í trý ár, galdandi frá 1. august í ár, um allar treytir annars eru loknar, sambært umsókn og kunngerð og viðmælinum frá Havstovuni. Loyvið skal tó endurnýggjast á hvørjum ári. 

Fýra aðrir umsøkjarar hava eisini fingið tilsøgn um royndarloyvi eftir reyðæti. Teir eru eru Árni M. Dam saman við Meinhardi Jacobsen, Sp/f Mót við Heina Martin Niclasen og øðrum, Pf. Næraberg við Hanusi Hansen og Sp/f Ocean við John Bergi Park.  

Áðrenn endaligt loyvi verður útskrivað, skulu umsøkjararnir senda inn dagførda umsókn við neyvari upplýsingum um serstakliga, hvørjum skipi royndirnar verða gjørdar við; víðari hagreiðing umborð og í landi og nær ætlanin er at byrja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391