KT-trygdin í Føroyum er ikki nóg góð

KT-trygdin í Føroyum er ikki nóg góð
Tað er ikki nóg gott, at aðalráðini ikki svara, tá tey verða spurd um KT-trygd, sigur Landsgrannskoðanin í hvassorðaðari frágreiðing
Landsgrannskoðanin sigur, nógvir stovnar, sum hava serliga týdningarmiklar dátur, vita ikki nóg nógv um KT-trygd
 
27.08.2020 - 10:18

Niðurstøðan er tann sama sum fyri seks árum síðani: støðan á KT-trygdarøkinum í Føroyum er ikki nóg goð.

Tað sigur Landsgrannskoðanin í eini hvassorðari frágreiðing.

Eitt rundskriv um KT-trygd kom síðst í apríl í fjør.

Fíggjarmálaráðið bað á heysti í fjør stjórnarráðini um at gera støðulýsing um KT-trygdina hjá almennu stovnunum. Í støðulýsingini um KT-trygd skuldu stovnarnir svara átta spurningum.

Svaraðu ikki

Stjórnarráðini og stovnar teirra svaraðu ikki, fyrr enn nógvar mánaðir eftir, at freistin at svara var farin. Hetta eru millum annað stovnar, sum hava týðandi dátur.

Teir svaraðu heldur ikki, tá Fíggjarmálaráðið rykti eftir svari. Og nógvir svaraðu ikki yvirhøvur. 

Tað heldur Landsgrannskoðanin als ikki er nóg gott. 

Landsgrannskoðanin hevur lisið svarini frá stovnunum.

Vita ikki nóg væl

Niðurstøðan er, at nógvir stovnar, og fleiri teirra, sum hava serliga týdningarmiklar dátur, vita ikki nóg nógv um grundleggjandi hugtøkini í KT-trygd.

Bara fimti hvør stovnur hevur eina tilbúgvingarætlan í sambandi við KT-trygd.

Landsgrannskoðanin sigur, at hóast KT landsins umsitur KT-økið, kunnu stjórnarráð og stovnar ikki siga ábyrgdina frá sær við at vísa til KT landsins. 

Stovnarnir hava fulla ábyrgd av dátunum, teir arbeiða við. 

Álvarsom støða

Tað tykist ikki sum at tann boðskapurin er grundfest vitan hjá stovnsleiðslunum, sigur Landsgrannskoðanin í niðurstøðu síni.

Landsgrannskoðanin sigur, at tað er álvarsamt, at stovnar við serliga týðandi upplýsingum hava so trupult við at svara aðalráðnum, hvussu trygdarstøðan er.

Landsgrannskoðanin heldur, at spurningurin er, um allir landsins stovnar eru førir fyri at umsita sínar dátur, og um avvarðandi aðalráð tí kunnu hava álit á, at KT-tilfeingið hjá landinum er í tryggum hondum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979