- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rindaðu fyri innbúgv, sum ikki var móttikið
Eitt borð, ein stólur og ein sofa fyri 34.000 kr. vóru goldin, men innbúgvið var ikki at finna, tí tað var ikki móttikið.
Hetta stendur í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini fyri 2019.
Har stendur, at Landsverk keypti størsta partin av innbúnum frá einari fyritøku, uttan at keypið er boðið út.
Hvørki Landsverk ella Løgmansskrivstovan kannaðu, um vørurnar vórðu latnar. Men Landsgrannskoðanin kannaði, um innbúgvið, sum varð keypt í 2017 og 2018, var har.
Niðurstøðan varð, at eitt borð, ein stólur og ein sofa fyri 34.000 kr. vóru ikki at finna, tí tey vóru ongantíð móttikin.
Landsverk hevur síðani fingið kredittnotu upp á innbúgvið, sum vantaði, og pengarnir eru inntøkuførdir í 2019.
Í desember í fjør greiddi Løgmansskrivstovan frá, at sum eina eyka trygd hevur hon gjørt eina nýggja mannagongd viðvíkjandi góðkenning av rokningum fyri “leysar” lutir so sum møblar.
Húsavørður í Tinganesi skal nú kanna, um vøran er móttikin, áðrenn rokningin verður góðkend.
Teppi í Tinganesi
Eitt mál hevur verið millum Landsverk og fyritøkuna, sum legði teppi á í Tinganesi í 2014 fyri slakar 200.000 kr.
Sambært Løgmansskrivstovuni vísti tað seg eftir stutta tíð, at arbeiðið var ikki nóg gott.
Landsverk skiftir nú teppið og krevur fyritøkuna, sum legði teppið á í 2014, eftir endurgjaldi.
Landsgrannskoðanin sigur eisini um umbyggingina í Tinganesi, at roknskapirnir fyri 2018 og 2019 eru ikki rættir, tí góðar 120.000 kr., sum hoyra til 2018, eru bókaðar í 2019.
Eisini er ógreitt, nær innbúgv fyri 357.000 kr., sum er fakturerað í 2017 og bókað í 2018, er latið.
Skal fáast í rættlag
Løgmansskrivstovan hevur greitt frá, at sambært Landsverki fer stovnurin at fáa viðurskiftini í rættlag við at nýta fíggjarstýringarskjalið, sum var ment í 2019.
Løgmansskrivstovan sigur, at hon fylgir við arbeiðinum hjá Fíggjarmálaráðnum at nýskipa Landsverk.
Tá tað arbeiðið er liðugt, fer Løgmansskrivstovan at meta, um neyðugt er at gera broytingar í mannagongdunum, sum tey brúka, tá tey brúka Landsverk sum byggiharra og lata stovninum ræðisrætt yvir kontuni, sum eitt nú í sambandi við umbyggingina í Tinganesi.