Hoyvík aftur undir føroyskt flagg

Hoyvík aftur undir føroyskt flagg
Keypsprísurin er júst tann sami sum søluprísurin, 22 milliónir krónur
Hoyvík kemur nú aftur undir føroyskt flagg
 
17.09.2020 - 10:53

Uppsjóvarskipið Hoyvík kemur nú aftur undir føroyskt flagg. 

P/f Thor Fisheries í Hoyvík hevur keypt uppsjóvarskipið aftur úr Grønlandi, eftir at sama reiðarí seldi tað til Pelagic Greenland í farna mánaði. 

Keypsprísurin er júst tann sami sum søluprísurin, 22 milliónir krónur. 

Hans Jacob Kelduberg, reiðari í Thor, upplýsir, at ætlanin altíð var at keypa skipið aftur, og at talan veruliga var um eitt lán.

Men grønlendska lóggávan loyvir ikki einum skipi at sigla undir tveimum fløggum, og tí var eitt lán ikki møguligt, sigur Hans Jacob Kelduberg.

Hann upplýsir, at grønlendskir myndugleikar hava verið kunnaðir um avtaluna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820